Tað var tungt at fáa deyðsboðini av Johs. Andr. Næs. Sjálvandi vita vit, at einki er so vist sum deyðin, men eisini at einki er so óvist sum deyðastundin. Tá vit hava ein mann okkara millum, so livandi sum Johs. Andr. var, loyva vit okkum at vóna, at hann fer at liva nógvar dagar afturat so at vit kunnu troyta av hansara kunnleika so leingi sum møguligt. Men ein dagin koma boðini um at eisini hann skal fara, og tá mugu vit fegnast um tað, sum ein slíkur maður hevur givið okkum tey næstan 98 árini, sum hann var foldum á.
Ein og hvør ber sum honum roynist. Eg kom ikki at samstarva við Johs. Andr. fyrr enn fyri um tíggju árum síðani. Tað kom so fyri, at eg bað landsbókasavnið um at útvega mær ta ævisøgu, sum hvalbingurin Oluf Skaalum hevði skrivað kongi afturfyri at hava fingið riddarakrossin. Hetta skuldi vera ein stutt ævisøga, og hann helt uttan iva 42 maskinskrivaðar foliosíður vera stutt. Tað sum serliga gjørdi mær mun, var at lesa um barnaárini hjá honum í Hvalba, tí tað var gott keldutilfar til dagliga lívið í hesi bygd og øllum Føroyum síðst í 19. øld. Beinanvegin kom hugskotið at fáa hetta týtt til føroyskt og givið út. Eg visti, at Johs. Andr. var av Nesi í Hvalba, at hann dugdi væl at skriva, og at eg tí ikki kundi fáa nakran betri týðara til eina frásøgn um Hvalba. Hann hevði nógv annað skrivligt arbeiði, men játtaði tó, og bókin kom út í øllum góðum.
Aftaná helt hann við meg, at vit skuldu royna at samstarva um onkra aðra bók. Eg segði honum, at um so var, at hann vildi skriva eina bók um Lítlu Dímun, so skuldi eg fáa hana givna út. Eg visti at hann í sínum ungu árum hevði verið í Oynni. Men lítið visti eg, at hann alt sítt lív hevði savnað tilfar í mappur um ymiskt, sum hann hevði áhuga fyri, og kundi hugsað sær at gjørt nakað við, tá tað lá fyri. Tí visti eg ikki, at hann hevði eina mappu við tilfari um Lítlu Dímun, sum hann hevði havt frá ungum árum.
Tað undraði meg tí, at hann tók undir við hugskotinum. Hann segði tó at hann hevði annað fyri, sum skuldi fáast frá hondini fyrst, so eg roknaði ikki við at hoyra meir frá honum, tí nú var hann farin um tey niti. Men ein sunnudag vit fóru í kirkju, segði hann við meg, at nú var hann farin undir at skriva, men eg mátti endiliga ikki siga tað fyri nøkrum! Vit tosaðu saman, og eg fekk at vita, at hann hevði verið í Lítla-Dímun mappuni og fingið nógv tilfar. Millum annað var har eitt skúlahefti, sum hann hevði havt við sær tá hann 19 ára gamal kom suður til Hvalbiar í summarfrítíð av Læraraskúlanum, har hann tá gekk. Tá hevði hann funnið fram til tann einasta mann sum framvegis livdi eftir av teimum, sum í 1868 hevði verið við til at tikið av tað snøgga svarta seyðaslagið í Oynni. Tá var ull Føroya gull, og menn vildu heldur hava seyð á oynni, sum gav meir av hesum virðismikla tilfeingi. Hesa samrøðu kundi hann nú seta í bókina.
Johs. Andr. var tó ikki bara ein maður, sum skrivaði av tað, hann hevði í goymslum sínum. Hann ráðførdi seg við menn sum vóru kønir í Oynni um øll ivamál. So kom tann stóri dagur, tá eg fekk tveir brævorðnarar við handskrivaðu bókini um Lítlu Dímun, so hon kundi setast og umbrótast. Men hann fylgdi væl við í øllum og kekkaði av um staðarnøvn frá staðarnavnalistanum komu at standa á rætta staðnum á myndini av Oynni. Hann fekk fatur á Føroya besta fotografi Kalmar Lindenskov og fekk frá honum tær myndir hann hevði tikið í Oynni í sjútiárunum. Hann vendi sær til hópin av fólki fyri at útvega myndir.
Úrslitið var ótrúligt. Minsta oyggj í Føroyum fekk eina heila bók, har alt av áhuga er lýst til fulnar. Hetta hevur stóran týdning ikki bert fyri suðuroyingar, men fyri allar Føroyar. Bert fyri at taka eitt dømi. Í Suðuroyar kirkjubók verður sagt frá, at í 1817 er ein maður omandottin í Oynni og doyr av skaðanum dagin eftir tá hann er komin til Hvalbiar. Schrøder prestur hevur skrivað, og nógv góð fólk royndu at finna fram til hvat staðarnavn ið har kom fyri. Lætt var at síggja, at seinni liður var “rók”, men eingin kundi koma uppá hvør fyrri liðurin var. Men so kom dímunarbókin, og har stóðu øll staðarnøvnini í Lítlu Dímun. Og har stóð “Pálinsrøkur!” Gátan var loyst, og øll kundu síggja, at tað var hetta, Schrøder hevði roynt at skriva!
Við at skriva hesa bók hevur Johs. Andr. givið okkum øllum eina stóra gávu, og í ókomnum tíðum fara mong at fegnast um, at tað eydnaðist honum at nýta hesa mappuna. 23. november 2016 var ein stórur dagur fyri hann, tí tá kundi hann standa í Roynhøllini í Hvalba at leggja bókina fram og verða heiðraður av allari heimbygdini fyri hetta bragd.
Nú í vár fekk Jógvan Arge, sum hevur bjargað so nógv av okkara siðmenning við at geva fróðarmonnum høvi til at greiða frá, tað góða hugskot at lata Johs. Andr. siga frá tí hann minnist um heimbygdina Nes. Tað lá raðið fyri hjá honum. Hvørki eg ella onnur ivaðust í, at hann hevði skrivað alt niður. Men so var yvirhøvur ikki. Hann hevði bert høvuðspunktini skrivaði, og tosaði eftir minninum. Tað var jú heilt ótrúligt, at ein maður, sum var farin av teimum 97, kundi vera so greiður og áhugaverdur, at fólk um alt landið lurtaðu við andakt.
Nú er røddin tagnað.
Okkara samkensla er við øllum teimum avvarðandi, børnum, abbabørnum, langabbabørnum og øllum teirra. Tað hevði verið teimum unt at havt hann longri, men harrans vegir eru ikki okkara vegir.
Zakarias Wang
Facebook viðmerkingar