Føroyska Sjómansmissiónin 100 ára føðingardagsveitslu í Salt.

Kunngerðir Tekstlýsingar Tíðindi

Leygardagin 22. septembur kl.18.00 verður 100 ára veitslukvøld hjá Føroysku sjómansmissiónini, í Salt á Drelnesi.

Á skránni verður:
Felagssangur, kórsangur frá monnum á Tvøroyri, streingjakórinum í Porkeri og í Sumba, andakt við Torleif Johannesen, ábid/drekka, søgulig frágreiðing, møguleiki til heilsanir og endi.

Eisini verður nýggja bókin: “Lívgað sjófólk í eina øld” hjá Frants Jensen, løgd fram.

Bókin er um 100 ára søguna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum byrjaði sítt skipaða arbeiðið á Tvøroyri í 1918. 

Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar