Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting

Lesarin skrivar Tíðindi

Tunnil til Fámjins.

Tilmælið í samferðsluætlanini hjá Landsverk, er frá 2012, tað eru 2-3 ár áðrenn nøkur veðurstøð bleiv sett upp á Fámjinsvegnum.

Líka mikið, um Landsverk ger vegin um fjøllini 10 metrar breiðan, so noyðast vit at koyra um Ørðaskarð, ið ER stormharðasta vegastrekki í landinum.

Og líka mikið hvørji argument vit brúka, so er tað fakta, at fólk ræðast at koyra eftir Fámjinsvegnum, og fólk flyta úr bygdini, og vegasambandið er ein beinleiðis orsøk til flytingina.

Tunnil til Fámjins er einasta loysn, og tað hastar!

Fámjin er, enn, ein sera livandi bygd, við nógvum sosialum lívi, men fólkatalið nærkast nú pínumarkinum. Ein tunnil NÚ, er helst einasta boð uppá hvussu Fámjin, eisini í framtíðini, verður ein livandi bygd.

Klárt er at byrja uppá Fámjinstunnilin í komandi viku, og verður játtan givin til at arbeiða tveyskiftisvakt, er skotið ígjøgnum í mai/juni 2019.

Um byrjað verður í morgin at fyrireika Dalstunnilin, er kortini IKKI klárt at bora til Dals, fyrr enn aftaná at liðugt er at bora til Fámjins.

Tit skulu ikki vera bangin fyri at játta nakað eyka av pengum her suður, tí eg skal vissa tykkum um, at í Suðuroynni er eingin upphitaður búskapur

Sum borgari í Fámjin, kann eg ikki annað enn, síggja tað sum beinleiðis illvilja, ikki at gera Fámjinstunnilin, nú alt er klárt.

Tað er ríkiligt til av pengum og eingin onnur tunnilsætlan verður seinkað orsakað av hesum.

Tað einasta, ið manglar, er viljin at hjálpa einari bygd í útjaðaranum.

Við hávirðing

Arni Nielsen
Fámjin

Facebook viðmerkingar