Filmur: Fyrsti stóri aliringurin farin á sjógv

Bakkafrost hevur seinastu vikurnar arbeitt við at gera heilt stórar aliringar á Oyrunum í Vági. Aliringar, sum eru 200 metrar í ummát og 63 metrar í tvørmát. Í dag fór fyrsti ringurin á sjógvi.

Talan er um størstu ringar til alibrúk í Føroyum og skulu teir fyrstu ringarnir leggjast á Hovsfjørð, har Bakkafrost fyrr í summar setti út smolt.

Facebook viðmerkingar