18 okt. fara okur í Vági verða “Grøn” í 1 tíma. Hetta tiltakið er fyri at seta fokus á súkkling. Í dag gongur alt við rúkandi ferð, øll skulu skunda sær.
Við at taka súkkluna heldur enn bilin, so ert tú við til at minka um Co2 útlátið. Um tú koyrir 10 km við bili er Co2 útlátið 1,5 kg co2, við at taka súkkluna fært tú motión og tú sparir Co2 útlát.
Nógvir túrar, sum verða gjørdir í bygdini, kunnu gerast á súkklu. Í Vági eru nógvar rutir sum er góðar at súkkla, bæði á sløttum og brekkum.
Kanningar í DK vísa, at tey sum súkkla hvønn dag spara samfelagnum nógvar pengar, tí tey hava færri sjúkradagar og minni slit er á vegirnar.
Í dag er eingin forðing at taka súkkluna, tí súkklurnar eru so góða, tær fáast við nógvum gearum og við motori, so brekkurnar er ikki ein forðing.
Møtið upp tórsdagin 18. okt kl. 17.00 við Frelsunarherðinum í Vági. Frelsunaherðurin bjóðar frukt og vatn áðrenn farið verður avstað, og tá komið er aftur, fáa tey, sum hava súkkla, heitt kakao.
Túrurin, sum verður gjørdur, verður ikki tungur. Tað verður súkkla niðri í bygdini. Tey sum møta upp, skulu hava hjálm og endurskin við, øll er hjartaliga vælkomin við.
Facebook viðmerkingar