Hevur søla, tøkni og góð kundatænasta tín áhuga? So kanst tú gerast partur av dugnaliga sølutoyminum í Telebúðini á Tvøroyri. Vit hava tørv á einum føstum avloysara at byrja skjótast tilber.
Starvið sum søluráðgevi hjá Føroya Tele fevnir í stóran mun um ráðgeving, sølu av vørum og tænastum, uppseting av tøkni fyri kundan umframt alt vanligt handilsarbeiði. Vit bjóða rætta viðkomandi eitt avbjóðandi og spennandi starv, har stórur dentur verður lagdur á at veita skjóta og góða tænastu.
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
- Dugir væl at seta teg inn í nýggja tøkni
- Hevur góð samstarvsevni
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur koyrikort
Starvið er eitt avloysarastarv og ynskiligt er, at tú kanst arbeiða leygardagar og harumframt avloysa eftir tørvi. Starvsstaður er Tvørávegur 46, 800 Tvøroyri. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele. Telebúðin hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17:30 og leygardag frá kl. 10 til 14.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til umsokn@ft.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. Oktober 2018.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Maritu Vestergaard í Lágabø, deildarleiðara í Telebúðini, á tel. 24 34 83 ella t-post mvl@ft.fo.
Facebook viðmerkingar