Illgruni um at eldurin var ásettur

Fríggjamorgun var eldur í einari garagu í Vági. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og eldur var sløktur. Men eigarin boðaði beinanvegin frá, at hann hevði illgruna um at eldurin var ásettur.

Eigarin hevur greitt løgregluni frá, at tveir bilar stóðu uttan fyri garasjuna, men at teir hava verið fyri herverki. Samstundis er okkurt jólapynt, sum stóð uttan fyri húsini, stolið.

Løgreglan sigur, at tveir persónar vórðu eisini handtiknir, og avhoyrdir í gjár, tí illgruni var um, at tað vóru teir, sum høvdu sett eld á.

Løgreglufólk, sum eru serkøn í brunaviðurskiftum fara at kanna málið og vita um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í, og hvar í garasjuni, eldurin er kyknaður. Og úrslitið av teimum kanningunum verða so avgerandi fyri, hvat meiri hendir í málinum.

Facebook viðmerkingar