Kristin Michelsen má velja

Býráðið á Tvøroyri viðgjørdi á býráðsfundi 29. des. spurningin um, hvørt Kristin Michelsen skal sleppa at sita sum borgarstjóri og sum løgtinglimur samstundis.

Býráðið hevur fyrr givið borgarstjóranum tilsøgn til at sleppa at røkja báðar sessir. Men nú er tilsøgnin tikin aftur og Kristin Michelsen má nú velja sess.

Kristin Michelsen hevur verið í feriu frá borgarstjóra starvinum í desember, men verður aftur 1. januar 2019.

Facebook viðmerkingar