Leiðari til Fast í Vági

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Vit sóknast eftir einum fyrikomandi, tænastusinnaðum og dugnaligum leiðara til Fast handil hjá Effo í Vági at byrja 1. mai 2019.

Fast er partur av Effo-samtakinum, har uppgáva okkara er at veita kundunum eina skjóta og góða tænastu, tá tað snýr seg um handilsvørur og brennievni til akfør.

Fyrimunur er, um tú hevur hóskandi royndir ella útbúgving. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit vænta eisini, at tú er tilreiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú kemur at hava ábyrgdina av handlinum og starvsfólkum.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Hilmar Sam Lamhauge á telefon 229090 ella hsl@effo.fo. Skrivlig umsókn skal sendast til hsl@effo.fo í seinasta lagi 23. apríl 2019.

Løn og setanartreytir sambart avtalu.

Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Lesið meiri her: http://www.effo.fo/um-okkum/størv/leiðari-til-fast-%C3%AD-vági

Facebook viðmerkingar