Hondbólts- og fótbóltslið tíma ikki at møta í Suðuroynni

Í Suðuroynni er tað ein afturvendandi og kendur trupulleiki, at hondbólts- og fótbóltslið – og tíverri oftast eru tað vaksnamannalið, sum ikki tíma leiðina um Suðuroyarfjørð.

Í farnu viku møtti Stjørnan ikki til 1. deildardyst í hondbólti í Vági. Hetta vikuskiftið skuldi Neistin koma suður at spæla hondbóltsdyst í Vági, men eisini tann dysturin er avlýstur. Neistin møtti ikki.

Við Stórá skuldi Royn taka ímóti B36 í 3. deild í fótbólti, men tá B36 ikki møtti, so verður tann dysturin eisini av ongum.

So støðan er tann sama sum undanfarin ár. Hondbólts- og fótbóltslið týma ikki at møta í Suðuroynni…

Facebook viðmerkingar