FC Suðuroy tapti 1-2 ímóti FC Hoyvík

Í einum truplum dysti á heimavølli ímóti FC Hoyvík seinnapartin, tapti FC Suðuroy fyrsta landskappingardystin í 2019.

Dysturin endaði við einum 1-2 tapi. Málið hjá FC Suðuroy gjørdi Rói Vilhelm.

Næsti landskappingardystur hjá FC Suðuroy er ímóti EB/Streymi 13. apríl. Longu ónskvøldið skal FC Suðuroy tó í dyst aftur í Løgmanssteypinum, tá TB tekur ímóti við Stórá.

Facebook viðmerkingar