Landsfundarsamtykt Javnaðarfloksins: Framhald ella afturhald 

Landsfundurin fegnast um tey stig, sum tikin eru farnu fýra árini undir Javnaðarfloksins leiðslu.

Í mong, mong ár hevur øll politiska skipanin vitað, at tørvur hevur verið á nýskipan innan fiskivinnuna, almannaøkið, pensjónsøkið og heilsuøkið.

Eingin samgonga hevur kortini torað ella  megnað at gjørt tað, sum hevur verið neyðugt. Inntil nú. Tað er einki minni enn eitt bragd.

Landsfundurin fegnast eisini um, at virðini í dag verða munandi javnari býtt enn fyri fýra árum síðani. Flokkurin fór til val undir herrópinum “Rættvísi” og við lyftinum um, at virðini skuldu í hvørt hús. Tað lyftið er hildið.

Stóra hækkingin í fólkatalinum hevur elvt til, at bústaðartrot er vorðið ein av okkara størstu avbjóðingum. Tí fegnast landsfundurin um, at Bústaðir fer at byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum mongu, sum longu eru í gerð.

Ungdómurin setti ein vónríkan dám á landsfundin. Meginkravið í mongum røðum var, at flokkurin skal seta ferð á grønu umleggingina. Landsfundurin heitir á flokkin um at seta burðardygga menning og umhvørvispolitikk sum eitt av fremstu málum í komandi valskeiði.

Landsfundurin ásannar, at flokkurin hevur ein góðan og drúgvan avrikslista frá valskeiðnum at vísa á, nú val er fyri framman. Hetta gevur flokkinum trúvirði – og tað skal umsetast til enn ein sigur á løgtingsvalinum.

Í tí valstríði, sum stendur fyri framman, skal gerast púra greitt, at eitt og hvørt val eisini er eitt frával.

Aðrir flokkar hava boðað frá, at vinna teir valið, verða rættindi til minnilutabólkar, sum eru vunnin í hesum valskeiðnum, tikin aftur. Tað verður ikki saman við Javnaðarflokkinum.

Aðrir flokkar hava eisini boðað frá, at vinna teir valið, verður nýskipanin av fiskivinnuni avtikin, og teir vilja venda aftur til gomlu skipanina. Tað verður ikki saman við Javnaðarflokkinum.

Aðrir flokkar hava eisini boðað frá, at fleiri veldugar, almennar íløgur skulu gerast  í senn, eins og rakstrarútreiðslur skulu økjast munandi, og inntøkurnar skulu skerjast. Slíkan ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk verður Javnaðarflokkurin ikki við til.

Javnaðarflokkurin skal byggja víðari eitt frælst, javnt, ríkt, grønt og trygt føroyskt vælferðarsamfelag.

Hetta skal vera okkara jaliga tilboð til føroyska veljaran á komandi vali.

Meðan onnur vilja afturhald, vil Javnaðarflokkurin framhald.

Facebook viðmerkingar