Guðrun & Guðrun tilnevndar sum ársins CSR mótavirkið av danska ELLE

Tíðindaskriv Tíðindi

Guðrun & Guðrun eru blivnar tilnevndar sum ársins CSR mótavirkið av danska ELLE. Hetta er partur av ELLE Style Awards, har danski mótahheimurin heiðrar teimum, sum hava skara framúr seinasta árið.

CSR stendur fyri Corporate Social Responsibility. Orsøkin til tilnevningina er at tey í nevndini kunnu staðfesta at vit síðan byrjan í 2002 – og langt áðrenn tað bleiv smart – hava arbeitt burðardygt bæði við at gagnnýta føroyska ull og skinn og aðrar náttúrligar rávørur. Eisini verður dentur lagdur á at tíðarleysu sniðini halda leingi og tí eru eitt mótrák til skjóta mótan, har nógv verður burturbeint uttan at vera brúkt nakað serligt. Kanska er serligur dentur lagdur á okkara arbeiði við kvinnuverkætlanum úti í heimi, har minni mentar kvinnur kunnu vinna sínar egnu pengar við at binda fyri okkum. Okkara bindikonur í Føroyum standa tó enn fyri einum stórum parti av framleiðsluni. Tað at hava hesar kvinnur so nær okkum í tí dagliga ger, at vit kunnu vísa ein sera stóran smidleika við at tær næstan dag frá degi kunnu gera júst tað troyggjuna, sum kundin biðjur um. Og kundin stendur sum kánus hvørja ferð, skal sigast.

Enn einaferð vilja vit undirstrika at okkara verkætlanir ikki er neyðhjálp. Harafturímóti er talan um eitt virðiligt samstarv millum kvinnur í ymsum herðashornum í heiminum, sum hjálpa hvørjum øðrum soleiðis at tær gera eitt arbeiði fyri eina løn frá okkum.

Tí vit trúgva upp á at stimbran undir javnrættindi fyri kvinnur byrjar við møguleikanum at vinna sínar egnu pengar.

Vinnarin av Style Awards verður kosin 10. mai

Facebook viðmerkingar