Fossáverkið – í 65 ár krummtappurin í føroysku elskipanini

5. mai vóru 65 ár, síðani Fossáverkið í Vestmanna varð alment tikið í nýtslu. Hanus Zachariassen, málarameistari, minnist aftur á Fossáverkið og stóru vatnorkuútbyggingarnar í Vestmanna í fimti- og sekstiárunum

Fossáverkið varð alment tikið í nýtslu 5. mai 1954, og tað var ímyndin av, at fyrsta byggistigið í umfatandi vatnorkuútbyggingunum í Vestmanna var liðugt. Fossáverkið hevur øll 65 árini havt týðandi leiklutin at samskipa elframleiðsluna frá ymisku elverkunum út á elnetið.

92 ára gamli málarameistarin, Hanus Zachariassen, stóð í nógv ár fyri øllum málingararbeiði á verkinum, ið hann vitjar saman við abbasoninum, John Zachariassen, sum í dag er nevndarformaður í SEV.

Hanus minnist tíðina og kjakið í sambandi við, at interkommunala Elfelagið SEV var stovnað 1. oktober 1946, og hvussu stig vóru tikin til stóru vatnorkuútbyggingarnar í Vestmanna, sum var byrjanin til okkara samhaldsføstu elskipan. Talan var tá um størstu verkætlan nakrantíð í Føroyum, og fólk komu úr øllum herðashornum til Vestmanna at arbeiða.

Facebook viðmerkingar