Sera væleydnað flakatiltak á Vatninum í Vági

Ónsdagin varð á øðrum sinni skipað fyri einum flakatiltaki á Vatninum í Vági, sum Bjarni Johansen og Skótaliðið Royndin, skipaðu fyri.

Flakatiltakið var fyrstu ferð í mai mánað í fjør. Í ár varð víðkað um tiltakið og í einastandandi góðum veðri var flakatiltakið hildið í vestara parti av Vatninum ónsdagin.

Eini 400 fólk hugnaðu sær í góðveðrinum. Børn og barnsligar sálir spældu á flakum og svumu, og Skótaliðið hevði eisini sett upp onnur spøl á grasfløtuni eystanfyri Vágs Høll.

Alt í alt eitt sera væleydnað og hugnaligt tiltak við Vatnið og fyrireikararnir hava longu boðað frá, at flakatiltakið verður aftur í mai mánað komandi ár.

Myndirnar tók Bjarni Johansen

Facebook viðmerkingar