Evniskvøld í Suðuroynni

Komandi mánaðirnar fer CommIT at hava evniskvøld í Suðuroynni. Endamálið er at hjálpa teimum, sum hava hug at starvast í ferðavinnuni, teimum sum eru áhugað í at stovna egna fyritøku í ferðavinnuni, teimum sum eru í vinnuni men hava brúk fyri íblástur at vaksa um sína fyritøku, teimum sum tørva íblástur til at seta rættan prís á sínar vørur og tænastur og teimum, sum hava hugsa tankan um egna fyritøku men enn ikki eru komin víðari.

Evniskvøldini eru ein innleiðing í ferðavinnuna og gevur áhoyrarunum eina góða fatan av ymisku tættunum at íverkseta, og amboð at virka við egnari fyritøku og saman við øðrum.

Evniskvøldini eru ókeypis, og verða ymsa staðni í Suðuroynni. Lýst verður nærri á fyri hvørt kvøld sær.

Fyrsta evniskvøldið verður 29 mai kl 19 í Fjarlestradeplinum í Vági

Innihald í skeiðnum

Evni Undirvísari Tímar Dagur
       
Stuðulsskipanir – hvør kann, og hvussu søkir ein um stuðul frá ymsu stuðulsgrunnunum ella fígging frá bankum   Suðuroyar Sparikassi, Vinnuframi og VFI   2 tímar 29.05.2019
Hvussu setur tú eitt virki á stovn
– hvørjir møguleikar eru, og hvat slag av virki skalt tú velja til títt virksemi.   
TAKS Skráseting Føroya 2 tímar 16. 06.2019
Vakstrarhjólið
– hvørjir førleikar hava týdning, og hvussu veist tú, hvat tær manglar av førleikum fyri at byrja væl og fáa góðan rakstur í tína fyritøku  
CommIT   2 tímar 21.08.2019
Prísing og tænasta  – hvussu setir tú rætta prísin fyri teg og fyri kundan   CommIT 2 tímar 18.09.2019

Facebook viðmerkingar