Stórir samfelagsligir fyrimunir við einum Suðuroyartunli

Fleiri týðandi samfelagsligir fyrimunir eru við einum Suðuroyartunli, fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men eisini fyri alt landið, tí møguleikar verða at heildarhugsa vælferðartænastur og marknaðir fyri bæði vørur og tænastur.

Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, setti at skriva eitt álit um ein møguligan Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin hevur í morgun handað landsstýrismanninum álitið.

Niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum byggja í stóran mun á royndirnar frá byggingini av Eystur- og Sandoyartunlunum og nakrar yvirskipaðar greiningar og metingar frá serfrøðingum í trygd í tunlum, jarðfrøðingum og fólkum, sum eru køn í at leggja tunnilslinjur.

Arbeiðsbólkurin metir, at til ber bæði jarðfrøðiliga og fíggjarliga at gera ein tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna og mælir til, at pengar verða settir av til ætlanina so, at neyvari kanningar kunnu gerast skjótast gjørligt.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at álitið er liðugt, og um at arbeiðsbólkurin hevur arbeitt skjótt og væl, soleiðis at tíðarfreistin, sum var ásett í arbeiðssetninginum, kundi haldast.

Heðin Mortensen fer nú at nærlesa álitið og gera av, hvat víðari skal henda við málinum um ein Suðuroytunnil.

Álitið er tøkt her

Facebook viðmerkingar