Loquax?

Eivind Jacobsen, tú fært allarhelst eina helvitis rúgvu av stemmum í Suðuroy aftaná hattar lesarabrævið!

Tad tykist pína Eivind Jacobsen inn á sálina, at eg ikki skoytti um at gera samrøðu vid hann. Eg eri ikki einsamallur í hesum máli, skal eg heilsa og siga.

Kenni nógv, sum ikki vilja stilla upp til hansara journalistiskt óprofessionellu rangsnúgvingar, og tískil geva honum eitt avvísandi svar uppá interviewumbøn.

Nei, eg havi ongantíð søkt maktina, men havi roynt at stuðla einari sak, sum stendur mínum hjarta nær, nevniliga: Javnaðarhugsjónini.

Havi ongantíd, sum Eivind Jacobsen, roynt at koma á ting.

Nei, Eivind Jcobsen, fyri teg er flokkurin ikki tad sum telur! Nei, tad er Eivind Jacobsen og hansara persónliga mandat, sum telur. Tí skiftir hann flokk og roynir eydnuna í mannafíggindaliga flokkinum, Fólkaflokkinum.

Mína høvuðsatfinning í lesarabrævinum: Fólkaflokksins mergsúgving av teim fátæku til fyrimuns fyri tey ríku – tað nevnir tú ikki vid einum orði.

Við góðari grund.

Tí Fólkaflokkuurin hevur eitt endamáll í sínari stevnu – skrivað ella óskrivað – og tað er:

At taka frá teim fátæku, fyri at lata til tey ríku!

Tí er tað min vón, at tú ikki verdur valdur á ting.

Skuldi tú kortini blivið valdur, so er tad bara ein vansi við demokratinum, sum ein verður noyddur at acceptera.

At tú roynir at aldurdiskriminera meg við at vísa á, at eg eri yvir 80 ár (82 ár hin 7. mars) er bert enn ein av tínum snikutu vidmerkingum og tær líkt.

Sjálvur meini eg, at mín mentali kapacitetur liggur væl omanfyri tann hjá Eivind Jacobsen.

P.S:

Nú tú letst vita so nógv um gongdina í ymiskum tunnilsmálum, so kanst tú allarhelst forklára okum alt um hesa viðtøkuna frá 2018 í Fíggjarnevnd Løgtingsins:

“Dalstunelllin skal raðfestast fyrst og síðan Tjørnuvík” – also ikki eitt orð um Famjin úr Fíggjarnevndini, har Kristin Mikkelsen er limur!!

Var hann á hesum fundi? Ella lat hann sum vanligt onnur gera skitna arbeiði fyri seg?

Signar P. Dam

Facebook viðmerkingar