Júst Johannesen stillar upp fyri Tjóðveldi

Vit mugu skapa virðilig kor til útlendingar, og samstundis seta krøv um, at útlendingar í Føroyum skulu læra málið innan 2 ár, sigur 38 ára gamli Júst Johannesen, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.

Tvøramaðurin Júst Johannesen verður at síggja á listanum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi. Júst er útbúgvin húsasmiður og hevur sítt egna byggivirki. Hann heldur, at tað hevur týdning, at vit varpa ljós á integratión.

Vit hava ein stóran trupulleika í Føroyum í og við, at høgt útbúnir útlendingar koma til Føroya, men sleppa ikki at arbeiða við sínum faki, og mugu tí arbeiða í ófaklærdum størvum. Við at tryggja, at útlendingar læra málið, kunnu vit sum samfelag lættari seta inn so, at hesi sleppa at arbeiða innan sítt fakøki, sigur Júst Johannesen, sum vísir á, at vit eiga at tryggja útlendingum virðilig kor í Føroyum.

Vit síggja eisini, at skúlar og dagstovnar hava trupulleikar av, at børn hjá útlendingum ikki duga málið og at foreldur teirra ikki duga málið. Tí mugu vit seta inn fyri at læra útlendingar føroyskt beint sum tey koma til Føroya. Hetta økir um trivnaðin hjá hvørjum einstøkum, og kann veruliga skapa meirvirði í samfelagnum, sigur Júst Johannesen.

Júst Johannesen er 38 ára gamal og hevur tríggjar synir, sum eru 7, 10 og 15 ár. Hann er giftur Marinu, og saman búgva tey á Tvøroyri. Tað er Suðuroyar Tjóðveldisfelag, sum stillar Júst Johannesen upp.

Facebook viðmerkingar