Perlan hjá okkum í atlantshavinum má hava bestu karmar og krøv so vit ikki missa glansin. Ein framsøkin og harður ferðavinnupolitikkur er avgerðandi. Vit sum búgva her skulu ikki gjalda nakað fyri at kunna njóta hetta vakra land, men tað skulu ferðandi sjálvandi gera.
Bóndin sum arbeiðir 12-16 tímar um dagin kann ikki brúka sína tíð sum er eftir av degnum sum ferðaleiðari. Hvussu gera vit so ?
- Umhvørvismynduleikin saman við hagaeigarum mugu samstarva og fáa økir góðkend runt alt landið
- Ferðaleiðari SKAL við fólkunum, tá farið verður á økið. Hetta skapar tryggleika hjá hvørjum einstakum, tá tey fara á sína dreymaútferð.
- Ferðaleiðara útbúgvingin má raðfestast hægri og skeiðir mugu verða í stóru skúlunum kring landið. Vegna at tey fáa skipaði viðurskiftur at arbeiða undir, vil hetta veksa um áhugan og geva fleiri størv og menning í okkara perlu.
- Fert tú út um góðkend økir, so er tað egin ábyrgd og gjaldast skal bót fyri hetta. Kemur bjarging við tyrlu og øðrum fyri so skal hetta gjaldast av ferðandi.
Hetta skal nokk forða teimum at gera avgerðir sum kostar okkara landið stórar upphæddur. Gjaldið sum kemur inn skal koma ferðaleiðara og haga tilgóðar.
Ger tað einfalt tí tað riggar.
Júst Johannesen, Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar