Hóast summarfrítíðin spakuliga fer at halla og skúlarnir byrja aftur í komandi viku, so eru framvegis sera nógv ferðafólk í Suðuroynni.
Áhugin fyri at vitja Suðuroynni er vaksin sera nógv seinastu árini. Í fjør vóru nógv ferðafólk í oynni og í ár eru tað væl fleiri ferðafólk at síggja.
Tað er eisini sjón fyri søgn hjá útleigarum og á kampingplássum í oynni, har nógv fólk hava gist í alt summar.
Á Kamping Vágseiði í Vági hava sera nógv fólk ligið í telti í ár. Í vikuni vóru 8 ymiskt telt á kampingplássinum við vitjandi úr Brasilia, Spania, Italia, Hollandi og Russlandi. Tey lótu øll sera væl at umstøðunum á kampingplássinum og ikki minst at stórslidnu náttúruni í Suðuroynni.
Facebook viðmerkingar