Suðringur á beding í Vági

Seinastu vikuna hevur Suðringur verið á beding hjá Vágs Skipasmiðju í Vági. Talan er um vanligt viðlíkahald og er skipið eisini málað, greiður Gudmund Jacobsen, stjóri frá.

Vit hava havt nógv at gera í ár og fleiri skip eru eisini ávegi á beding, men nú fiskiskapurin er góður, so hava tey hug at drála eitt sindur, greiður stjórin frá – sum letur væl at virkseminum á Skipasmiðjuni í ár.

Facebook viðmerkingar