Í gjár fingu tíggju ung millum 16-25 ár prógv sum “Ungdóms Kveikjari”, eftir at hava luttikið á verkstovuni “Kveik Ung”. Allir luttakararnir vóru kvinnur, og hesar ungu kvinnurnar eru tær fyrstu tíggju í heiminum uttanfyri Avstralia, sum hava fingið prógv og kunnu kalla seg Ungdóms Kveikjari. Átakið Kveik Ung er upprunaliga úr Avstralia og verkstovan í Føroyum er liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.
“Vit eru ómetaliga fegin um, at føroyingar hava fingið møguleika at gerast teir fyrstu uttanfyri Avstralia, ið royna hetta átakið fyri ung. Vit hava nú fingið tíggju ung við nýggjum førleikum og størri vitan um góða sálarliga heilsu og hetta kann heilt víst vera við til at gera mun og breiða vitanina um, hvat ein kann gera fyri at ansa eftir og betra um sína sálarligu heilsu”, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari í ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum. “Tey ungu læra, hvussu tey kunnu ansa eftir síni egnu sálarligu heilsu og hvussu tey kunnu hjálpa sínum vinum og javnaldrum at gera tað sama. Tey læra eisini, at tey ikki eru fakfólk, men ein vinur við førleikum og størri vitan um sálarliga heilsu, og tí skulu vísa sínum vinum víðari til fakliga hjálp, um tørvur tykist at vera á tí.”
Tørvur er á verkstovuni í Føroyum
Tey ungu tóktust at vera sera spent og áhugaði tá verkstovan byrjaði. Aftaná verkstovuna fingu vit eitt stutt prát við nøkur av teimum ungu, og afturboðanin frá fleiri hevur verið ómetaliga góð.
Ein luttakari segði soleiðis: “Tað er stórur tørvur á eini verkstovu sum hesari fyri ung í Føroyum. Eitt er at hava eina framløgu um sálarliga heilsu, men hendan verkstovan ger, at vit kunnu vera virkin og læra um sálarliga heilsu og nær vit skulu vísa okkara vinum víðari til meira fakliga hjálp. Tað er tørvur á, at ung í Føroyum læra meira um sálarliga heilsu á eini verkstovu sum hesari.”
Ein annar luttakari segði, at: “Hetta var ótrúliga gott og áhugavert, og hetta mugu tit gera meira av. Vónandi verður tað møguligt tá onnur hoyra, hvussu okkum hevur dámað verkstovuna”.
Ein triði luttakari segði soleiðis: “Tað var stuttligt og kul at vera á verkstovuni. Eg haldi, at øll fingu nakað gott burturúr, sum vit kunnu brúka og eg gleði meg til at royna tað heima.”
Vit hava leysliga hugt eftir skrivligu eftirmetingunum av verkstovuni, og allar vit hava sæð vísa, at luttakararnir vilja viðmæla verkstovuna Kveik Ung til onnur.
Vit kunnu gleðast um, at vit hava so nógv ung, sum hava áhuga fyri sálarligari heilsu og at tey ynskja, at vita meir, soleiðis at tey kunnu menna seg og fáa amboð til at hjálpa og stuðla øðrum.
Verkstovurnar framyvir
Tað eru ikki bert tey ungu, ið hava verið á verkstovu. Tey sum arbeiða í gerandisdegnum við ABC verkætlanini í Fólkaheilsuráðnum hava somuleiðis verið á verkstovu, og hava lært at skipa fyri Kveik Ung verkstovum framyvir. Hetta gevur fleiri ungum møguleika at fáa somu førleikar og gerast Ungdóms Kveikjari í framtíðini.
Facebook viðmerkingar