Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur
Tann 19. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 700 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
– Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd.
13 kommunur heingja plakatir upp
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni.
13 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Kvívíkar -, Fuglafjarðar -, Tórshavnar -, Klaksvíkar -, Runavíkar -, Eiðis -, Sjóvar -, Vestmanna -, Vágs -, Tvøroyrar -, Hvalbiar -, Vága kommuna og Eysturkommuna.
Tilfar til foreldur
Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
– Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí mæla vit til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, greiðir Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd frá.
Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.
Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
Facebook viðmerkingar