Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við dagføringum av heimasíðuni hjá Vágs kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment.
Fyrst og fremst er talan um eina dagføring av sniðnum á heimasíðuni. Harumframt eru eisini nakrir nýggir tættir komnir á síðuna, millum annað er ein skipan við fráboðanarmøguleikum, har borgarar kunnu boða frá um trupulleikar eru við vatnveitingini, gøtuljósum og øðrum.
Heimasíðan er ein týðandi pallur fyri kunning um viðurskifti og virksemi í Vágs kommunu og vit halda tað er umráðandi at hesin pallur er innbjóðandi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Hagtølini vísa at heimasíðan verður nógv vitjað. Til dømis vóru tað í juni í miðal 500 klikk inni á heimasíðuni um dagin og setur hetta eisini krøv til innihald av og góðskuna av heimasíðuni, sigur borgarstjórin, sum vónar, at fólk taka væl ímóti nýggja sniðnum á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar