SVEINABRÆV við royndum

Uttan handverkarin er einki land. Ongin menning og eingin framtíð. Handverkarin má fáa betur treytir og fleiri styttri handverkara og yrkisútbúgvingar skullu raðfestast.
Arbeiðsroyndur innan byggivinnuna skal kunna gera tað lættari at fáa sveinabræv.

Eg vil hervið takka teimum mongu útlendingunum sum eru komnir til føroyar at arbeiða og hjálpa okkum í at byggja grundarsteinin undir allari menning í landinum. Uttan tykkum hevði verið trupult.

Nú mugu vit eisini hugsa um okkara egnu arbeiðarar í landinum. 
Nógv hava drúgvar royndur innan byggivinnuna, men keyp av húsum og fingið familju hava sett teir aftur vegna lønina hjá lærlinginum sjálvt um ofta verður givin góð løn fyri góðar arbeiðarar. Men trupuleikin við víðari útbúgvin og arbeiða uttanlanda krevst sveinabræv so her er ein møgulig loysn.

Eg vil berjast fyri :

5 ára royndur innan byggivinnuna (Skal sjalprógvast). Skalt tú fáa møguleikan at takað sveinaroynd í fjarlestur ella kvøldskúla. 
Verkligu royndirnar mugu skipast sum skeiðir á Glasur.

Tú sleppur undan teimum 4 árunum við lærlingaløn og samstundis hava títt vanliga arbeiði, so tú peningaliga kann forsyrgja tínari familju.

Hetta vil seta tað handverkliga á eitt hægri støði og menna okkara byggivinnu.

X við Júst Johannesen, Tjóðveldi 
Vitan er lykilin til sjálvbjargni

Facebook viðmerkingar