Skriv sent politisku flokkunum

Suðuroyarportalurin fer hetta fram til Løgtingsvalið at varpa ljós á hvørja hugsan ymisku flokkarnir hava um Suðuroynna og støðuna í Suðuroynni.

Hetta skriv er sent øllum flokkum.

Gongdin í Føroyum (sæð undir einum) hevur seinastu árini verið heilt óvanliga góð. Búskaparvøkstur hjá landi og kommunum, fólkavøkstur, inntøkuvøkstur, óvanliga nógv vinnuligt virksemi, onki arbeiðsloysi, óvanligur inntøkuvøkstur hjá fólki og kommununum – hevur merkt gongdina í at kalla øllum Føroyum. Undantikið í Suðuroynni.

Suðuroyggin hevur ikki havt somu gongd sum restina av landinum. 
– Inntøkuvøksturin hjá kommununum kann ikki samanberast við restina av landinum. 
– Inntøkurnar hjá borgarum í Suðuroynni er væl lægri enn í restina av landinum. 
– Arbeiðsloysi er størri enn aðrastaðni. 
– Gongdin í fólkatalinum kann ikki samanberast við restina av landinum.
– Aldurs- og kynsbýtið í Suðuroynni er skeiklað. Talið av eldri økist, talið av børnum minkar og ung flyta ikki aftur eftir lokna útbúgving.

Kommunurnar í Suðuroynni tóku í 2017 stig til at seta orð á avbjóðingarnar og komu í mai 2018 við uppskotum um átøkum fyri at skunda undir menning í Suðuroynni.

Uppritið um Menningarátøk í Suðuroynni er her:2018-05-28 Upprit til landsstýrið SUÐUROYGGIN OG FRAMTÍÐIN

Spurningurin er so, um flokkarnir hava eina serliga støðu til avbjóðingarnar í Suðuroynni – og um flokkarnir hava tað, fara vit at heita á tykkum um at greiða frá hesum.

Burturúr hesum verða skrivaðar greinar á Suðuroyarportalinum komandi vikurnar fram til løgtingsvalið.

Facebook viðmerkingar