Eitt stríð er at enda komið. Tann 6. August 2019 lat mamma eyguni aftur. Hon hevur hesi síðstu árini verið so óheppin við drúgvari sjúkralegu, men hetta stilla kvøldið í august fekk hon frið.
Mamma varð fødd í Sumba 18 juni 1935 og næstelst av 7 syskjum. Hon var dóttir Hans Jacob Thomsen og Paulinu Thomsen. Hon var sera dugnalig í skúlanum, men tá á døgum var ikki møguligt, at nema sær hægri kunnleika við lestri. Hon fór at arbeiða í fiski í Vági, og gjørdist stutt eftir arbeiðsgenta hjá Magnus Dahl í Vági. Í hesum býlingi í Vági búði eisini kendi skiparin Kristin á Økrum. Hann førdi í nógv ár skip hjá Gørðunum. Ein av synunum hjá Kristin á Øgrum og Anna Sofíu, var Thomas Pauli. Tað rann saman millum teirra og tey giftust 15. Januar 1958. Henda unga vakra sumbiargentan gjørdist fiskimannakona í Vági.
Í 1959 kom trolarin “Vágbingur” til Vágs, og sum so nógvir vágbingar fór Pabba at sigla við Vágbingi. Tað vórðu ofta sera langir túrar í Grønlandi og við New Foundland, so samlívið hjá hesum unga pari varð so sum so. Thomas Pauli mátti vinna til lívsins uppihald fyri familjuna á longum túrum á sjónum, meðan Elna í fleri ár varð báði móður og faðir hjá børnunum. Hetta var ein stór ábyrgd hjá einari ungari kvinnu, men tað kláraði hon uppá stás, og megnaði eisini at arbeiða bæði við reingerð, binding og í fiski. Eitt gott ískoyti til húsarhaldið.
Aftaná at hava verið fiskimaður fór Pabba í langfara sigling. Hann sigldi í fleiri ár við Copenhagen Reefers, ið sigldi víða um í verðina. Tá hevði mamma møguleika at síggja heimin, og tað vóru ikki so fáar søgur hon kundi siga frá. Tað varð eitt ríkt lív fyri hana, at verða saman við manninum, og samstundis varð hon biðjin sum kokkur fleiri fer.
Annað sum henni dámdi sera væl var kórsangur. Hon kom uppí Ljóm í 1953-54 meðan Edith Dahl var kórleiðari. Henni dámdi sera væl at venja og ikki minst allar útferðirnar Ljómur gjørdi. Tað sum hon gleddi einamest var Allahalganadagur, minningardagur sjómanna. Serliga hjá okkum børnum var tað sera upplivandi at síggja mammu okkara machera fram til offurvasan við kórinum, øll í hvítum og svørtum.
Síðstu nógvu árini varð hon sera virkin við hondarbeiði. Hon bant nógv, broderaði nógv, og runt um allar Føroyar er nógv, bæði vaksin og børn, sum hava havt, og hava, gleði av teimum vøkru fyrikløðum og skjúrtum til tey føroysku klæðini. Sjálvdan segði hon nei og hon gjørdi sítt besta, til gleði fyri mong, stór og smá.
Eftir sekstieitt ár er pápi okkara vorðin einkimaður, hansara sorg er væl skiljandi. Tað er jú sum ein partur av einum sjálvum, ið er farin. Ein blóma vesturi í bø í Vági er følnað, men í himli okkara er ein vøkur rødd komin í kórið.
Tøkk til tykkum øll sum vóru um mammu okkara síðstu tíðina, vit eru sera takksom. Eina stóra tøkk til Ljómur fyri ta vøkru sangløtuna.
Við hesum lýsa vit frið yvir minni um mammu okkara og konu mína, Elnu Sofie Vestergaard.
Pauli, Heidi og Kristin.
Facebook viðmerkingar