Javnaðarflokkurin hevur eina Suðuroyarætlan

Javnaðarflokkurin svarar Suðuroyarportalinum: Javnaðarflokkurin hevur eina Suðuroyarætlan

Sum liður í at gera eitt javnari og samhaldsfastari samfelag, so hevur tað alstóran týdning fyri Javnaðarflokkin, við síni grundhugsan í sosialdemokratisku hugsjónini, at øll fáa lut í framburðinum.

Sum øllum kunnugt er Suðuroyggin aftanfyri, og útlitini fyri framman eru ikki góð. Fólkasamansetingin er skeiv, ung flyta burtur og eldraøkið tyngir fíggjarligu orkuna hjá kommununum. Tí havi jeg, saman við øðrum, arbeitt við eini ætlan hjá flokkinum at fáa alt landið við og gjørt eina serætlan fyri Suðuroynna, sum í roynd og veru er eftirbátur.

Suðuroyartunnilin
Allir flokkar hava játtað, at Suðuroyartunnil skal gerast, men eru tó ikki á einum máli um, hvussu ætlanin skal fíggjast. Gamaní, ætlanin verður drúgv og nógv skal leggjast til rættis, men Javnaðarflokkurin er samdur um, at byrjað verður eftir Sandoyartunnilin. Tað sagt, so loysir tunnilin ikki trupulleikarnar, sum okur hava, og okur kunnu ikki bíða 10 ár, til teir verða loystir. Trupulleikarnir vilja bert økjast næstu 10 árini. Tí mælir flokkurin til at gera fyrireikandi arbeiði og at neyðuga fíggingin verður fingin til vega.

Útbúgvingaroyggj
Meðan okur bíða, so mugu okur traðka til og loysa trupulleikarnar, sum eru, tí at teir fara at versna, um onki verður gjørt. Ein partur av tí er, at fólk við útbúgving flyta burtur og fáa onki arbeiða í Suðuroy, og tí er neyðugt við at skapa arbeiðspláss til fólk við hægri útbúgvingum. Hetta er eisini tí, at helmingurin av løntakarum í Suðuroy eru í bólkinum frá 0 til 250.000kr um árið, og man loysur hetta við at fáa fleiri arbeiðspláss til miðal- og hálønt.
Somuleiðis er tað eisini neyðugt, at ætlanirnar verða framdar skjótt, tað vil siga innan tey næstu 10 árini, sum t.d.

  • fleiri útbúgvingar á Skúladeplinum í Suðuroy
  • byggja næmingaheim
  • byggja Eftirskúla Føroya
  • gera íløgur í ein Útnorðurskúla í Hvalba
  • íløgur til Ítróttarháskúlan
  • íløgur í eitt føroyskt ”julemærkehjem”
  • íløgur í ein summarskúla til børn við lesi- og skrivitrupulleikum

Smyril
Ein nýggj ætlan má leggjast fyri samferðslukervið við atliti at føroyingum og útlendingum men eisini millum útoyggjafólk og onnur, sum eru knýtt at miðstaðarøkinum umvegis fast samband. Ferðaseðlaprísir við Smyrli mugu lækkast, men í høvuðsheitum má eitt borgara- ella samferðslukort gerast, so at tað gerst lættari og smidligari at ferðast ímillum. Samstundis sum avslátturin verður knýttur at bústaðnum. Javnaðarflokkurin vil tó fyrst endurskoða ferðaseðlarprísirnar.

Avloysaraskip og Skotlandssigling
Smyril blívur ikki yngri og skal á dokk, men tað gerst alsamt meiri vanligt, at okur verða slept uppá fjall og liva í óvissuni um, hvat skip skal avloysa, og um okur náa næstu avtalu, ørindi ella flogfar orsakað av óregluligum sambandi. Nei hetta er óúthaldiligt fyri okum.

Tískil er tann rætti og einasti vegurin fram, at eitt avloysaraskip verður keypt, soleiðis at okur hava ein tryggan landsveg. Spurningurin er so, hvat eitt avloysaraskipið skal gera, tá Smyril er í vanligari sigling? Tilmælir frá kommunum í Suðuroy og frá Strandferðsluni eru greið, somuleiðis eri jeg samdur við tí, at avloysaraskipið skal sigla á Skotland.

Tá Smyril varð tikin úr Skotlandssigling, gav leiðin yvirskot. Ongin hevur rørt ella skoytt seg um leiðina síðan tá. Sammett við í dag, har flutningurin er alstórur og ferðavinnan bara veksur, so hevði tað verið ein stór og góð íløga fyri Suðuroynna. Tað at ein Skotlandsleið verður gjørd, skapar framburð fyri vinnu, bæði tænastu og fiskivinnu, og gevur okum nógvar fjølbroyttar handilsmøguleikar.

Einasta argument ímóti hesum er, at ein almennur stovnur er í beinleiðis kapping við privatu vinnuna á økinum. Tað er farmaflutningur. Hetta er ein virðistrupulleiki, sum als ikki viðvíkur evnið um tað privata og tað almenna, men ístaðin handlar um at økismenna eitt øki, sum er langt aftanfyri.

Nýggj arbeiðspláss
Trupult er við vanligu herrópinum um at flyta verandi almennar stovnar út um Tórshavn. Tí um hugt verður nærri at tí, sum sker er, so síggja okur, at vitanin fylgir oftast ikki við. Sama er galdandi aðrastaðni, sum til dømis í Danmark, har vitanin eiheldur hevur fylgt við, tá stovnar eru fluttir út á landið.

Tí er tað skilabetri at nýggj størv ella nýggir stovnar verða staðsettir í útjaðaranum, sum til dømis á Suðuroynni.

Ein ætlan er, at ein Arbeiðsmarknaðardepil verður settur á stovn í nærmastu framtíð. Hesin depil kann hava smærri deildir kring oyggjarnar og høvuðssætið í Suðuroy. Somuleiðis er møguligt, at onnur almenn arbeiðspláss verða staðsett í Suðuroy.

Eitt annað er, at okur kunnu uppraðfesta deildir á Suðuroyar Sjúkrahúsi og møguliga gera serdeildir, sum kunnu virka á staðnum. Vísandi til Pínuklinikkina, so er hetta ein sólskinssøga um øktar førleikar og tænastu til fólk, men eisini arbeiðspláss í Suðuroy. Hetta kunnu okur gera meir av.

Barnakonur og familjan
Føðistovan varð lukkað, og barnakonur úr Suðuroy mugu nú til Tórshavnar at eiga. Bæði tíð og umstøður, sum okur mugu læra okum at liva við, er ikki sømiligt. Ótryggleikin skal broytast til tryggleika, soleiðis at familjur og einamest barnakonan kann kenna seg trygga og virda við at búleikast í Suðuroy.

Barnakonur skulu hava virðiligar umstøður og tryggjast eina løn ella størri kamar, tá tíðin nærkast. Somuleiðis mugu pápi og børn, sum noyðast við, eisini tryggjast, at tey hava rættar umstøður, tá tey mugu frá húsi og heimi til Havnar.

Pápar og mammur skulu hava loyvi at fáa dagpening ella barsilspengar upp til 3 vikur áðrenn farið verður norður, fyri mista inntøku og grundleggjandi útreiðslur, sum koma við at vera heimanifrá.

Fámjinstunnilin
Tað harmar meg alsamt, at hetta málið bleiv, sum tað bleiv, men nú er Fámjinstunnilin raðfestur, og hetta skal haldast. Okur vilja við hesum halda fast við, at so skjótt Dalstunnilin er skotin ígjøgnum, byrjað okur at skjóta hol til Fámjins.

Eldraøkið má við
Tó málsøkið er kommunalt, so er tørvurin á eini nýggjari skipan fyri oynna alneyðug og handlar um at virða okra eldru borgarar og geva teimum tær neyðugu tænasturnar. Ein royndarskipan fall, men okur vita, at sum gongdin er vil støðan versna og skapa nógv størri ójavna, og gerast ein byrða fyri kommunurnar.

Tískil er neyðugt, at royndarskipanin, so skjótt sum møguligt, verður sett í verk, og at arbeitt verður skjótt og støðugt móti eini varandi skipan fyri Suðuroynna.

Ja til Javnaðarflokkin er eitt Ja til Suðuroynna.

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins

Facebook viðmerkingar