“Good man, Good man”.
Tað vóru seinastu orðini hjá nýsælendska flogskiparanum Harold ‘Jack’ Haeusler, sum í november 1942 rendi á eina fjallasíðu í Suðuroy.
Dánial Norðberg var tá 18 ára gamal, og hann var ímillum teir sum hjálptu illa meidda flogskiparanum úr sundurbrotna flogfarinum, og undir læknahond. Hann hevði ikki roknað við, at tað nakrantíð skuldi lukkast at hitta skyldfólk hjá flogskiparanum, og siga teimum frá um hendingina.
Í juni vitjaði ein skyldmaður hjá Harold Haeusler, Bruce Haeusler, í Føroyum, og endamálið var at vitja grøvina og staðið har flogfarið rendi á.
Og hann fekk meira burturúr enn væntað.
Facebook viðmerkingar