Suðuroyarportalurin spyr flokkarnar um Suðuroynna. Her er okkara svar:
Vit hava seinastu fýra árini framt eina røð av átøkum í Suðuroynni. Tað hevur eisini verið alneyðugt, tí tað kann ikki sigast annað enn, at tað var soltið á tí kontuni árini frammanundan. Og tað er tørvur á at gera enn meira.
Føroyar eru eitt oyggjasamfelag við teimum møguleikum og avbjóðingum, tað hevur við sær. Í flestallar mátar er tað ein gáva at búgva her í Suðuroynni. Vakurt, trygt og friðarligt við alskyns mentanartilboðum. Her er gott at vaksa upp, góðir skúlar, góð dagtilboð til børn, eitt vælvirkandi sjúkrahús, tænastur til eldri og mangt annað. Her er áræði og vilji, og her eru virkisfús fólk, sum taka stór tøk bæði vinnuliga og mentanarliga. Mált eftir tí barometrinum stendur væl til. Her eru ressourcir og tilfeingi at skapa eitt gott lív.
Ein høvuðsavbjóðing er óiva fjarstøðan til meginøkið og harvið fjarstøðan til ein samanbundnan arbeiðsmarknað. Tí verður trupult at fáa nóg stóran lut í førleikagevandi størvum. Vit ynskja nú at fara undir eina roynd at lýsa størv leys uttan bústað, har tað ber til. Møguleikarnar í dag eru til tað í ávísan mun.
Somuleiðis er ofta dýrari og truplari at reka vinnu í útjaðaranum. Og tað sæst aftur í inntøkunum hjá kommununum, tí vit liggja lágt samanborið við restina av landinum. So á tí vágskálini hava vit avbjóðingar. So átøk, sum kunnu bøta um vinnumøguleikarnar, eru støðugt neyðug at menna.
Her er nakað av tí, vit hava framt í hesi setuni
– Arbeiðið uppá Hvalbiartunnilin er byrjað
– Suðuroyar sjúkrahús er styrkt og ment munandi
– Økispsykiatri er sett á stovn í Suðuroynni
– Túratalið hjá Smyrli er hækkað
– Ítróttarháskúlin hevur fingið hægri játtan og víðkað um virksemi
– Næmingaheim er í ger í Vági
– Víkingaskipið hevur fingið játtan
– Havnalagið á Krambatanga er umvælt
– Serskúlatilboð til børn við serligum avbjóðingum eru komin
– FHS og búskaparbreyt eru nú á Skúladeplinum
– Hjálparfólkaútbúgving skal byrja á Skúladeplinum
– SALT er stuðlað
– Vindmyllulund í Porkeri kemur komandi ár
– Skjalasavn á Tvøroyri er sett á stovn
– Játtan er latin til eftirskúla
– Ljós eru sett upp í Sumbiartunlinum
– Menningarkvotur eru latnar til Suðuroynna
– Fyrsta játtanin til Suðuroyartunnilin er samtykt
Og tað var eisini av alstórum týdningi, at vit fingu broytt alilógina soleiðis, at laksurin, sum verður aldur í økinum, nú skal virkast í Suðuroynni. Harvið er grundarlag lagt undir arbeiðsplássum í oynni.
Og tað er eisini vert at taka við, at nógv av teimum góðu átøkunum, sum eru framd fyri landið alt, sjálvsagt eisini eru góð fyri fólk í Suðuroynni. Her er skattalætti til lág- og miðallønt, longt barnsburðarfarloyvið, fólka- og fyritíðarpensjónistar hava fingið meira at liva av og mangt mangt annað.
Tað er hugaligt at lesa framskygda arbeiðið, sum kommunurnar í Suðuroynni hava gjørt, tá ið tær saman gjørdu menningarætlan fyri Suðuroynna. Fleiri av okkara átøkum taka støði í hesum arbeiði. Men tað var nú ómetaliga hugstoytt, at tað ikki bar til at fáa eykajáttanina til eldrasamstarvið samtykta í løgtinginum. Har kundu vit fingið eina góða loysn, sum lat upp fyri bæði hægri játtan til Bú- og heimatænastuna og betri tilboð til okkara borgarar.
Fyri komandi setu er alneyðugt at raðfesta Suðuroyartunnilin, og at Famjinstunnilin kemur í gongd. Eisini er áhugavert at arbeiða víðari við ætlanini um Skotlandssigling og við vinnumenningarmøguleikum herundir ferðavinnu. Suðuroyggin sum upplivingar og skúlaoyggj hevur eisini stórt framtíðarperspektiv.
Samanumtikið so er at siga, at tað er okkara skylda sum oyggjaland at varðveita tað fjølbroytni og sereyðkenni, sum okkara oyggjar, bygdir og býir hava. Allir borgarar hava somu rættindi, og uppgávan er at skapa líkinda livikor kring landið alt.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar