Bátadagur við Naddoddaneystið

Í dag, leygardagin 17. August, skipar virkna Bátafelagið Naddoddur, fyri árliga bátadegnum. Kl 13:00 savnast bátarnir í vøkru Tjaldavíkini, haðani siglt verður inn til Naddoddaneystið.

Bátarnir leggja at uml. Kl. 15:00 og Erolf Olsen, næstformaður í bátafelagnum, bjóðar vælkomin.

Dagurin hevur verið hildin tey seinastu árini og hevur havt sera góða undirtøku øll árini. Á brúnni verður suppa at fáa og til børnini eru kør, við livandi fiskum sett upp.

Eitt afturvendandi átak er eisini leitanin eftir “ársins krabbaglógv”. Her snýr tað seg um at fanga so nógvar krabbar sum gjørligt, innan ásetta tíð. Krabbarnir eru at finna í økinum við neystið og heilt fitt er at fáa, tí onkur hevur fingið heilt upp móti 60-70 krabbum, undanfarin ár.

Viberg Sørensen fer at greiða frá ræðandi hendingini, tá skonnartin Hanna, av Tvøroyri, kundi gingið burtur á Kappanum.

Felagssangur og harmonkia er eisini á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Facebook viðmerkingar