Eg eri valevni á Sjálvstýrislistanum í ár, 2019.
Millum dugnalig og framfýsin valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, roynd sum óroynd, fari eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki.
“Seinar eru einar hendur”, sigur tíðarleysa orðatakið – vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið eru:
– møguleikar í grønari vinnu
– minka um luft- og ljóðdálkan nærhendis bygd og bý
– flyta almennar stovnar úr Tórshavn, og harvið lætta um ferðslu- og bústaðartrýstið í høvuðsstaðnum
– innkomuvegurin Skálafjaramegin (Runavík). Ferðslan skal leiðast út um miðbýin
Viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, “Eysturoyartunnilin”, skal luturin hjá Kári P Højgaard ikki liggja ógáaður. Hann hevur framt eitt satt bragd til frama fyri infrakervi í landinum.
Seinasta hond verður løgd á, tá innkomuvegurin verður tikin til høldar.
Sjálvstýrisflokkurin hevur við Kári P. Højgaard, og Jógvan Skorheim, staðið stinnur á Skálafjørðinum og í Norðoyggjum.
Í samráð við teg, veljarin, fara vit at byggja út. Bøgarðarnir í Eysturoy og Norðoyggjum laða vit um, soleiðis, at teir røkka norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna.
Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen, sum fyndigur hevur ført vælhilnað politisk stórmál í hús. T.d. kann nevnast Hvalbiartunnilin.
Til undanfarna val var Kristin undangongumaður í tunla fyrireikingunum, og í dag gongur sjón fyri søgn.
Vælkomin umborð, og vónandi fáa vit tikið mong munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk.
Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra.
Við framburðs heilsan,
Andrias Jacobsen – valevni Sjálvstýrisins
Facebook viðmerkingar