Týsdagin, 20. august, legði Eirikur Norðberg, verkfrøðingur hjá SEV, fyri í auluni við at greiða frá vatnorku-, vindorku- og sólorkuútbyggingum, sum SEV hevur ætlanir um í Suðuroynni.
Øll vilja okur hava grøna orku. Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast… og hvørji árin teir ymsu møguleikarnir hava á natúruna. Hann vísti við myndum og talvum søguligu gongdina í Suðuroy, tá ið vatnorkuverkini vórðu bygd. Kostnaðarmetingar og orkuprísir komu eisini á breddan. Ein sera áhugaverd framløga.
Seinri fór so allur skúlin til gongu inn í Ergidal, sum liggur við Vatnsnes. Ein byrging er á sinni gjørd fyri at savna meira vatn.
Nú liggur í kortinum, at SEV møguliga ætlar at hækka byrgingina og leggja ein størri part av økinum undir vatn.
Hovbingurin, Finnbjørn Hovsgarð, var fróður ferðarleiðari. Hann greiddi m.a. frá keltiskari ávirkan í Suðuroy. Orðið ergi/ærgi/argir, sum merkir bústaður í óbygdum til at ambæta kríatúrum, er gott dømi um hesa ávirkan. Hann greiddi frá um aldargomlu toftirnar, sum síggjast stutt frá Ergifossi. Í fagrasta sólskini fingu okur eitt minnisríkt upplivilsi í hesum sjáldsama natúruvakra dalinum.
Men okur fingu eisini okkurt at hugsa um! Skal natúran altíð víkja fyri útbyggingum? Hóast tær eru myrkagrønar…
Samanumtikið má sigast, at hetta var ein serstakliga áhugaverdur og gevandi tema-dagur hjá Miðnámsskúlanum.
Facebook viðmerkingar