Fimleikahøllin í Skúladeplinum í Suðuroy er á tremur við miðnámsskúla- og fólkaskúlanæmingum; og ikki minst við valevnum til løgtingsvalið.
Í kvøld skipar KVF fyri valfundi í SALT og í tí sambandi eru allir politisku flokkar væl mannaðir í Suðuroynni í dag. Hetta sæst eisini aftur í Skúladeplinum – og sigast kann at tað er ein rættiligur valfepur í Suðuroynni í dag.
Fundurin er byrjaður og á skránni eru evnini: Útbúgving og starvsmøguleikar eftir lokna útbúgving, Ætlan fyri Suðuroynna, og Umhvørvispolitikkur.
Tað eru næmingar á Skúladeplinum sum stíla fyri.
Facebook viðmerkingar