Vágs kommuna hevur seinastu árini saman við Landsverk og Løgregluni sett á breddan ferðslutrygd í Vágs kommunu. Eitt av økjunum, sum hava hvat høga raðfesting er økið kring Vágs Skúla.
Í fjør varð gjørt av, at gera Toftaveg einsrættaðan, soleiðis at atkoman til norðaru inngongd við Vágs Skúla gjørdist tryggari. Síðani er eisini ferðtálmandi bunga sett uppá Toftavegi.
Nú skúlagongdin byrjar aftur eftir summarfrítiðina eru eisini ferðtálmandi átøk gjørd við inngongdina á sunnaru síðu við Vágs Skúla. Ferðmátarar eru settir upp, sum siga frá ferðini. Koyrir tú skjótari enn teir 30 km/t, sum er loyvda ferðin í økinum, kemur eitt “syrgið reytt smile” fram á skermin. Koyrir tú 30 km/t ella minni, so kemur eitt “grønt smile” og eitt “v” á skermin. Ferðmátarin sigur frá ferðini í góðari tíð, soleiðis at bilførarar fáa góða tíð at taka ferðina av og koma niður á loyvdu ferðina við skúlan, sum er 30 km/t.
Við inngongdina á sunnaru síðu eru nú eisini sett upp blinkandi ljós við gonguteigin, sum fer frá parkeringsøkinum og tvørturum vegin til gøtuna niðan til Vágs Skúla. Harumframt eru eisini nýggj gøtuljós sett upp, soleiðis at økið alt er væl upplýst, tá myrku tíðirnar koma.
Vágs kommuna arbeiðir áhaldandi við at bøta um ferðslutrygdina við Vágs Skúla og eru eisini aðrar ætlanir á skrá, sum fara at bøta um ferðslutrygdina við Vágs Skúla.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar