Jólatræið í Vági tendrar í dag

Jólatræið í Vági verður tendrað fríggjadagin 1. desember kl 18:00

Anna Brattaberg Samuelsen, sigur nøkur orð

Horrnorkestrið spælir og Frelsunarherurin luttekur við sangi og tónleiki, og jólaevangeliið verður lisið.

Jólamenn koma við pakkum til børnini

Aftaná eru øll vælkomin út í húsið hjá Frelsunarherinum til kakao og bollar, og eina hugnaliga løtu

Facebook viðmerkingar