Nú ætlar tú at vinna nøkur bílig stig her í endaspurtinum av valstríðnum.
Soðið í kjakinum er, sum vant, rættiliga tunt. Eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum er opinbart hoppaður uppá vognin hjá Bergun Kass, ið, sum flestum kunnugt, hevur fingið Heilsuskúlan í Porkeri í rangastrúpan. Lat meg bara fyrst gera púra greitt, at omanfyri nevnda valevnið ikki umboðar Sambandsfloksins politikk á hesum øki.
Áskoðanin hjá Bergun Kass um Heilsuskúlan kann ikki koma sum ein hvøkkur fyri nakran, tí flestum kunnugt er Framsókn ein inkarneraður havnarflokkur, ið ikki hevur minsta innlit í, hvat tad merkir fyri okkum suðringar, at Heilsuskúlin er staðsettur í Porkeri.
Argumentini hjá miðstaðarfólkunum eru eisini á einum støði, hvar trupult er hjá okkum øðrum at fylgja við. Tey hava spurt fólk í Havnini, um tey høvdu fari á Heilsuskúla, um skúlin var staðsettur í Havn og hetta er soleiðis grundgevingin fyri, at tey vilja hava ein skúla í miðstaðarøkinum. Politikkarnir eru sjálvandi væl vitandi um, at ein Heilsuskúli í Havn automatiskt hevði viðført eina niðurlagan av skúlanum í Porkeri, tí grundarlagið fyri skúlanum í Porkeri eru fólk úr øllum landinum.
Hetta minnir meg einamest á argumentatiónina hjá Erasmus Montanus, í komediuni við sama heiti, eftir Holberg gamla: “En sten kan ikke flyve. Morlille kan ikke flyve. Ergo er morlille en sten”.
Eg kundi lættliga gjørt tað sama her suðuri og spurt Suðringar, um teir høvdu farið í ein ella annan skúla, um hann var staðsettur í oynni. Eg kann garantera fyri, at eg hevði fingið næmingar til minst 20 ymiskar skúlar. Skulu vit so krevja, at teir allir verða staðsettir her? Nei.
Ein Heilsuskúli í Havn merkir niðurlagan av Heilsuskúlanum í Porkeri
Sambandsflokkurin vil tvørtur ímóti styrkja útbúgvingarmøguleikarnar kring landið, herundir eisini menna Heilsuskúlan um hetta gerst neyðugt. Flokkurin hevur ongar ætlanir yvirhøvur, at stovnseta ein Heilsuskúla norðanfjørs.
Valskráin hjá Sambandsflokkinum hevur eina góða og útgreinaða ætlan á útbúgvingarøkinum. Har stendur ikki eitt orð um, at stovnseta ein Heilsuskúla í meginøkinum.
Og tað verður ikki við mær í Sambandsflokkinum, at ein Heilsuskúli verður staðsettur í meginøkinum.
So Bjarni, eg fari at enda við orðunum hjá Buðla kongi í Brynhildartátti, tá hann møtti Sjúrði:
Ríð tú ikki tann niðara vegin
við Júkagarðar fram,
ríð tær heldur í erva
har hendir tær ongin skam.
Ístaðin fyri at kjakast um hypotetisk ting, lat okkum so heldur tosa um hvat vit her suðuri kunnu samstarva um, allari oynni at frama. Tað manglar í ólukku mát.
Erhard Joensen
Valevni fyri Sambandsflokkin.
Facebook viðmerkingar