Yvirtøkan av familjurættarliga økinum kemur at standa sum ein varði í samgonguskeiðnum. Og tað gleðir meg innast at hjarta, at hetta eydnaðist, tí sjálvsagt skulu vit sjálvi ráða í so týdningarmiklum málum, sum røkka inn í hvørt heim í landinum. Tað snýr seg um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd og skipa okkum eftir egnum ynskjum og tørvum.
Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so viðkvomum og persónligum málum, í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp.
Við yvirtøkuni av familjurættinum hava føroyingar tikið fult ræði á lóggávu um foreldramyndugleika og samveru; um hjúnaband og hjúnaskilnað, um verjumál, um fosturtøkulóggávu, um ættleiðing, um arvarættin og annað. Tað er eitt stórt og víðfevnt málsøki.
Eg ivist onga løtu í, at tað fer at ganga væl og verður føroyska samfelagnum at frama. Søgan hevur prógvað at øll fet á tjóðskaparleið hava tænt okkum sum samfelag.
Higartil hava vit bert kunnað sett lóggávu í gildi, sum danska Fólkatingið hevur samtykt. Frá nú av kunnu vit gera egnu lóggávu. Til tað hoyrir, at vit eisini sum samfelag taka tey kjak, sum eru neyðug og búgva okkum til støðutakan.
Vit fara at kjakast og skifta orð um, hvussu vit ynskja hesi viðurskifti skipað eftir egnum ynskjum, og tað kjakið fer at menna okkum og flyta okkum fram á leið bæði útbúgvingarliga, samfelagsliga og menniskjaliga. Við at taka ábyrgd, taka vit støðu. Vit gerast búgvin og klókari. Tað er sjálv kjarnin. Tí við ábyrgdini hvessist vitið.
Við yvirtøkuni fingu vit eisini nýggja føroyska lóggávu um ættleiðing. Longu har síggja vit stórar batar fyri føroysku ættleiðingarfamiljurnar. Áralanga ynski um fyrireikingarskeið og uppfylging, tá ið barnið er komið er nú samtykt saman við øðrum góðum broytingum.
Og næsta fet er, at vit fara at gera okkara egnu lóg um foreldramyndugleika. Eina lóggávu, sum skal taka støði í rættindunum hjá barninum.
Málsøkið er soleiðis háttað, at tað krevur nógv, bæði fakliga og menniskjaliga. Tað skal møta fólki, tá ið lívið leikar á. Tað krevur empati, menniskjaliga nærveru og nærlagni, tol og hjarta í samanrenning við sterka fakligheit. Og tað hava vit góð og skikkaði fólk til.
Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar