Seks av teimum 22 næmingunum á Heilsuskúla Føroya eru undir 20 ár og fimm eru millum 21 og 25 ár. Tilsamans eru trettan næmingar undir 35 ár og níggju eru yvir 35 ár.
Deilt eftir økjum eru sjey næmingar úr Norðoyggjum og Eysturoy, sjey úr Tórshavn, fýra úr Vágum, tríggir úr Suðuroy og ein úr Sandoynni.
Í løtuni er samlaða talið av næmingum á Heilsuskúlanum 74 næmingar, harav 48 eru heilsuhjálparanæmingar og 26 eru heilsurøktaranæmingar. Talið av heilsurøktaranæmingum kundi verið hægri, um fleiri starvsvenjingarpláss vóru á sjúkrahúsøkinum.
Tað eru flest ungfólk í flokkunum í løtuni. Miðaldurin er 33 ár og aldursbýtið hevur ligið har á leið seinastu mongu árini. Aldursbýtið í løtuni er:
31 næmingar undir 25 ár (harav 12 undir 20 ár)
14 næmingar ml. 25-35 ár
7 næmingar ml. 35 og 45 ár
22 næmingar yvir 45 ár
Nógvir av meira tilkomnu næmingunum hava verið ófaklærd í starvi innan røkt í nógv ár; nú brúka tey eitt til tvey ár at útbúgva seg til eitt framhaldandi starv á eldraøkinum.
Av 74 næmingum íalt, eru 47 næmingar úr Norðoyggjum, Eysturoy og Streymoy. Restin av næmingunum, 27 íalt, høvdu bústað í Vágum, Sandoy og Suðuroy, tá tey søktu inn á útbúgvingina.
Heilsuútbúgvingarnar eru rættiliga nýggjar á arbeiðsmarknaðinum. Heilsuskúlin varð stovnaður í 2001. Tað hava tí verið nógv ófaklærd í starvinum sum røktarstarvsfólk og harvið eru eisini nógv tilkomin starvsfólk, eins og ungfólk, ið ynskja at taka útbúgving. Nógv nýggj búpláss eru komin á eldraøkinum seinastu árini og tað ger, at tørvurin er sera stórur á røktarstarvsfólki.
Heilsuskúlin tekur tveir heilsuhjálparaflokkar og ein heilsurøktaraflokk um árið.
Kelda: in.fo
Facebook viðmerkingar