Smyril fekk á veg suður trupulleikar við tveimum motorum, í somu síðu, og skiparin boðaði frá trupulleikanum og at teir tí bíðaðu við at sigla inn, fyrr enn teir høvdu tríggjar motorar. Sum tað sæst á kortinum, so hevur Smyril ligið nakað eystanfyri Froðbiarnípu í eina løtu.
Ferðafólk siga frá, at tey vórðu væl kunnaði og alt hevur gingið sína gongd. Og nú tá gongd fekst á triðja motorin er Smyril farin at sigla inn.
Smyril fór av Havnini kl. 13 og skuldi verða á Krambatanga kl. 15.
Facebook viðmerkingar