Frá valnevndini í Tvøroyrar kommunu um Løgtingsvalið 31. aug. 2019

Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni á Tvørávegi 37, í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019. Avgreiðslutíðin er frá 08:00 – 15:00.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta  á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni tlf. 611085, í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 kl 12.00

Valkort
Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimun, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort ella villur eru í valkortinum, verður biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 611085, sum skjótast.

Valnevndin í

Tvøroyrar kommunu

Facebook viðmerkingar