Um samanborið verður við støðuna í landinum, sum heild, so hevur Suðuroyggin seinastu ártíggjuni havt avbjóðingar at dragast við.
Størsta avbjóðingin er gongdin í fólkatalinum við manglandi fólkavøkstri og skeiklan av samansetingini í aldur og kyn. Í stuttum: Okur gerast alsamt fleiri eldri og talið av børnum og ungum í Suðuroynni minkar í hvørjum.
Onnur avbjóðing er, at tað eru ov fá størv til útbúgvin fólk og at arbeiðstilboðini til ófaklærd hava verið ov óstøðug. Fólk við útbúgving hava tí havt fáar møguleikar at flyta aftur til Suðuroynna eftir lokna útbúgving uttanfyri Suðuroynna. Og óstøðuga arbeiði førir eisini við sær lægri lønir enn aðrastaðni í landinum og ávirkar hetta eisini inntøkugrundarlagi hjá kommununum.
Fleiri aðrar avbjóðingar eru eisini, m.a. hevur vinnuliga virksemi í Suðuroynni ikki verið sambæriligt við restina av landinum, og hetta hevur eisini merkt arbeiðsloysistølini og inntøkutølini hjá fólki, fyritøkum og kommunum í oynni.
Av somu orsøk hevur tað í nógv nógv ár verið neyðugt at átøk verða framd, sum kunnu skunda undir at gongdin í Suðuroynni fer at broytast rætta vegin. Síðan fyrst í 2000árunum hevur hendan avbjóðing við jøvnum millumbiðlum verið frammi, men hóast fleiri oyggjafundir og afturvendandi tilmæli um røð av átøkum, so er tíverri ov lítið hent.
Tí var tað eisini alneyðugt at gongd kom á, tá sitandi samgonga tók við á heysti í 2015.
Nú fýra ár eru farin afturum, kann gerast upp – og sjálvt um meiri kundi verði gjørt, so slepst ikki undan at siga, at rættiliga nógv nýggj átøk eru framd Suðuroynni og borgarum her at frama.
Nýtt virksemi, nýggj størv og betri tænastur
Ein tann týdningarmesti parturin er, at nógv nýggj varandi størv eru skapt, eisini til útbúgvin fólk – og hevur hetta gjørt tað gjørligt hjá fleiri at flyta til Suðuroynna.
- Suðuroyar Sjúkrahús er styrkt og nýggj pínuklinikk sett á stovn og við hesum betri tænastur til suðuroyingar og føroyingar. Fleiri nýggj størv eru av somu orsøk sett á stovn, eisini til fólk við høgum útbúgvingum
- Økispsykiatri er sett á stovn við hølum í Vági. Borgarar í Suðuroynni hava fingið nýggja tænastu og fleiri nýggj størv eru sett á stovn til útbúgvin fólk.
- Nýtt serskúlatilboð er sett á stovn í skúlunum í Vági og á Tvøroyri. Eitt framúr gott tilboð til børn og ung og til familjur er skipað og fleiri nýggj størv eru sett á stovn.
- Á Skúladeplinum í Suðuroy eru komin nýggjar miðnámsútbúgvingar, FHS og Búskaparbreyt, og fleiri nýggj størv eru sett á stovn til útbúgvin fólk.
- Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur fingið hægri játtan, soleiðis at fleiri næmingar kunnu takast inn á skúlan, og hetta hevur eisini ført við sær at fleiri nýggj størv eru komin á Ítróttaháskúlanum.
- Skjalasavn er sett á stovn á Tvøroyri og nýggj størv eru skapt.
- Føroya Eftirskúli er settur á stovn á Tvøroyri og nýggj størv verða skipaði, tá skúlin byrjar.
- SALT á Drelnesi er liðugt og virksemi er byrjað og við stuðli frá Landinum eru fleiri størv skapt.
- Námsfrøðilig hjálparfólkaútbúgving er sett á stovn við Skúladepilin í Suðuroy og fer hetta at føra við sær fleiri nýggj størv til útbúgvin fólk, tá útbúgvingin byrjar.
Landsverkætlanir og verkætlanir, sum Landið stuðlar, hava eisini ført og fara at føra við sær økt virksemi í avmarkað tíðarskeið. Eisini eru fleiri tænastur í Suðuroynni vorðnar betri.
- Hvalbiartunnilin er farin ígongd, hetta skapar økt virksemi og fleiri arbeiðspláss.
- Næmingaheimið til Ítróttaháskúlan er farið ígongd í Vági, hetta skapar økt virksemi og fleiri arbeiðspláss.
- Stuðul er latin til Víkingaskipið í Hovi, hetta fer at skapa økt virksemi og arbeiðspláss.
- Vindmyllulundin í Porkerishaganum, eitt útboð sum Landið hevur gjørt, verður gjøgnumførd komandi 2-3 árini. Hetta skapar økt virksemi og fleiri arbeiðspláss.
- Túratalið hjá Smyrli er økt og hesin parturin av tænastuni vorðin betri.
- Ljós og tele/útvarps-net er sett upp í Sumbiartunnlinum og tænastan er vorðin betur.
Á vinnusíðuni eru eisini átøk, sum ávirka virksemi og arbeiðsmøguleikarnir í Suðuroynni.
- Alilóggávan er broytt, soleiðis at laksur, sum er aldur í Suðuroynni, skal kryvjast og virkast í Suðuroynni. Hetta tryggjar fleiri arbeiðspláss innan alivinnuna.
- Skipanin við menningarkvotum fer vónandi at føra við sær økt virksemi í Suðuroynni, tí menningarkvotur eru latnar til verkætlanir í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági.
Í tøkum tíma – og framhald er neyðugt!
Tað var í tøkum tíma, at nýggj átøk vórðu sett á skrá Suðuroynni at frama.
Sjálvsagt liggur tað stór ábyrgd á okkum í Suðuroynni alla tíðina saman og í felag at arbeiða við menning og menningarátøkum. Byrðan kennist lættari at lyfta, um fleiri lyfta í felag – og hetta valskeiðið hevur Landið víst vælvild, tikið stig til nýggj átøk og stuðla átøkum, sum stig eru tikin til í Suðuroynni.
Líkamikið hvussu úrslitið verður á Løgtingsvalinum leygardagin 31. august og líkamikið hvør samgonga verður skipað eftir valið, so er neyðugt, at ein komandi samgonga eisini hevur Suðuroynna á dagsskránni.
Valfundurin í SALT tórskvøldið vísti, at valevnini í Suðuroynni ætla at standa saman um Suðuroynna – og var hetta ein góð kensla at taka við sær frá fundinum!
Framgongdin, sum er byrjað í Suðuroynni, krevur framhald fyri at Suðuroyggin skal koma upp á sama støðið, sum restin av landinum. Tað ábyrgdina eiga okur í felag – okur øll í Suðuroynni saman við Landinum!
Eg fari at ynski øllum eitt gott val !
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar