Suðuroyar Sparikassi 1 millión í yvirskoti fyrra hálvár 2019

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2019 er 1,0 mió. kr., sum er 0,2 mio. kr. hægri enn fyrra hálvár 2018.

Útlánini eru hækkaði við 3,8% – úr 566 mio.kr. fyrra hálvár 2018 til 588 mio. kr. fyrra hálvár 2019. Hækkingin stavar í stóran mun frá tryggum útlánum til kommunur. Innlánini lækkaðu í sama tíðarskeiði við 0,1% – úr 733 mió. kr. til 728 mió. kr.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 16,1% og solvenstørvurin er 9,6%. Solvensurin er soleiðis 6,5% stig hægri enn solvenstørvurin.

Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 125% og eitt LCR á 582%. Hetta er ein framhaldandi liður í at optimera gjaldføri og kapitalbygnaðin í Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi er sum heild nøgdur við gongdina higartil í 2019.

Facebook viðmerkingar