Felagsmøti á Tvøroyri

Sunnukvøldið 1. septembur kl. 18.00 bjóðar missiónshúsið á Tvøroyri til felagsmøti.

Hilda Viderø úr Klaksvík kemur at tala og siga frá missiónsarbeiði, sum felagskapurin “Mirjam” rekur í Afrika. Eitt av aðalmálinum við hesum arbeiði er at hjálpa kvinnum at skaffa mat og heim til teirra børn.

Felagsskapurin stuðlar kvinnum til ymiska íverksetan, so tær kunnu vinna pening og gerast sjálvbjargnar. Høvi verður at lata eina peningagávu til arbeiðið hjá “Mirjam”.

Facebook viðmerkingar