Stórt kamping-endatreff í Vági

Kampingvognar vestanfyri Vágs Høll

Stóra enda-treffið hjá Camping.fo er í ár í Vági á Kamping Vágseiðið vesturi við Vágs Høll. Enda-treffið er eitt afturvendandi tiltak hjá Camping.fo, sum ferðast kring landið – og í ár eigur Vágur so tørn.

Tilsamans 44 kampingvognar úr øllum landinum eru komnir vestur á Kamping Vágseiðið, teir fyrstu komu longu ónsdagin, og her fara fólk at hugna sær komandi dagarnar.

Kamping Vágseiðið heldur til á økinum við Vatnið, eystanfyri Vágs Høll, har økið er til kampingvognar og til telt. Inni í síðubygninginum í Vágs Høll eru nýggir góðir hentleikar til tey, sum brúka Kamping Vágseiðið.

Tá størri tiltøk eru, t.d. Dansibandsfestivalurin í Vági og nú eisini endatreffið hjá Camping.fo verður økið vestanfyri Vágs Høll (myndin) eisini brúkt.

Meiri kunning um Kamping Vágseiðið er á heimasíðuni kamping.vagur.fo

Facebook viðmerkingar