Sum áður lýst verður tað ferðamannaskipið Prince, sum avloysir Smyril undir dokkingini.
Nú er ferðaætlanin fyri sigling um suðuroyarfjørð klár:
Ferðaætlanin er løgd við støðið í avtalum við reiðarí og manning, um at halda altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn tann sum Smyril hevur havt.
Tað eru færri túrar um vikuna, umframt at Prince liggur hvørja nátt á Tvøroyri. Eisini eru tíðarbilini millum túrarnar eitt vet longri í miðal, enn vanligt, hetta verður gjørt millum annað tí at Prince er eitt væl størri skip enn Smyril, og kann hava tørv á meiri tíð til at koma til og frá bryggju.
Ætlandi verður ferðaætlanin eftirmett eina viku eftir at skipið er farið í sigling soleiðis at tillagingar kunnu gerast um neyðugt.
Facebook viðmerkingar