Umhvørvis- og atkomuvinarligir bussar á Sandoynni og á Suðuroynni

Komandi 7 árini verða bussarnir í Bygdaleiðum meira umhvørvis- og atkomuvinarligir á Sandoynni og á Suðuroynni. Á Sandoynni verður fyrsti eldrivni bussurin tikin í nýtslu tann 1. mai 2020.

Samlaða metingin av boðum upp á busskoyringina hjá Bygdaleiðum á Sandoynni (pakki 4) og á Suðuroynni (pakki 5) vísir, at bestu boðini vóru:

  • Sp/f Handilshúsið, pakki 4 (leiðirnar 600 og 601)
  • Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/f, pakki 5 (leiðirnar 700 og 701)

15. mai í ár varð kunngjørt, at Landsstýrið hevði avgjørt, at Sandoyggin, pakki 4, skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku.

Niðurstøða fyri allar pakkarnar í útbjóðingini av Bygdaleiðum

Tað er at gleðast um, at so nógv og fjølbroytt boð komu inn til útbjóðingina av teimum 5 pakkunum, sum útbjóðingartilfarið av Bygdaleiðum umfataði. SSL ynskir at takka øllum 12 boðgevarunum, sum í alt hava givið 19 boð.

Tað er at fegnast um, at Bygdaleiðirnar hjá SSL komandi 7 árini kann bjóða eina dygdargóða tænastu við umhvørvis- og brúkaravinarligum bussum, sum frá sáttmálabyrjan tann 1. mai 2020 kunnu taka koyristólar og hava GPS skipan, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú. Umframt at fáa eldrivnan buss á Sandoynni, verður talan um, at allir hinir bussarnir hjá Bygdaleiðum hava EURO 6 og EURO 6d norm, ið er mest umhvørvisvinarliga loysnin fyri bussar, sum koyra við diesel.

Við hesum umhvørvis- og brúkaravinarligu bussunum á Bygdaleiðum verður Føroyar óivað einasta landið við atkomuvinarligum bussum, ið kunnu taka koyristólar í øllum okkara bussum og á øllum okkara leiðum millum býir og bygdir kring alt landið.

Vert er at nevna, at miðalaldurin á teimum um 40 bussunum á Bygdaleiðum verður um 0 ár við sáttmálabyrjan samanborið við núverandi busspark, ið er yvir 10 ár í miðal, og er hetta óivað eisini framúrskarandi samanborið við onnur lond.

Merkisvert og gleðiligt er tað eisini at kunna staðfesta, at Bygdaleiðir, við ein av yngstu og nútíðarhóskandi bussparkunum í heiminum og við 7 ára sáttmálunum millum SSL og busseigararnar, fær møguleika at arbeiða langsiktað og at røkja eina dygdargóða tænastu.

Facebook viðmerkingar