Í vikuni vórðu 7 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðraði.
Siðvenja er, at fólk, ið hava verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 15 ár, verða heiðraði við eini gávu og einum blómutyssu. Tvøroyrar Kommuna ynskir á henda hátt at lata eina viðurkenning fyri trúgva tænastu fyri kommununa. Viðurkenning verður latin hvørt fimta ár yvir 15. starvsár.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði starvsfólkunum gávu og blómutyssi, á hugnaligari samkomu í býráðssalinum í dag.
4 mans úr Tvøroyrar Sløkkiliði høvdu í dag slíkan heiður uppibornan. Anfinn Leo, virkandi átaksleiðari, hevur verið partur av sløkkiliðnumí 15 ár. Tað sama hava Niels Magnussen og David Findleton. Eingin tekur tó Birgir Dimon, ið byrjaði at starvast í sløkkiliðnum í 1984 og hevur sostatt verið við í samfull 35 ár! Póla
Strøm hevur í ár verið 25 ár í starvi sum leiðari á Kunningarstovuni. Hon byrjaði í 1994 og gavst nú í summar við leiðarastarvinum. Tó, Póla er framvegis í hálvum starvi í móttøkuni. Eyðna Bech hevur eisini verið í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu í 25 ár.
Eydna arbeiðir sum hjálparfólk í frítíðarskúlanum og tekur sær eisini av reingerðini har.
Martin Øster er húsavørður í Tvøroyrar Skúla og tað hevur hann verið síðan 2004, also 15 ár.
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini!
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar