Nú samgonga er skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, er tað nógv sum bendir á, at Jóhan Eli Poulsen tekur sætið á Løgtingi.
Jóhan Eli er 4. valdi eykamaður á listanum hjá Fólkaflokkinum. Og við 3 landsstýrisfólkum, so merkir tað, at Heðin Zachariassen, Annika Olsen og Brandur Sandoy kunnu gerast løgtingslimir fyri Fólkaflokkin. Men ivasamt er, hvørt Annika Olsen, sum er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at taka sætið á Løgtingi. Um Annika Olsen ikki tekur sætið á Løgtingi, so er Jóhan Eli Poulsen næstur á listanum.
Facebook viðmerkingar